SAMBAND VIT BYRJA NÚ HOME
HOME BYRJA NÚ VIT SAMBAND
Disa

ROSSALÍV

FINN HEIM Í TÍTT HJARTA

BYRJA HJÁ ROSSALÍV

Finn tað rætta fyri teg

Vælkomin til Rossalív! :) Vit ynskja at bjóða tær møguleikan at koma út til rossini og náttúruna, har tú kanst finna frið og heim til tín sjálvan <3 Vit kunnu gera venjingar fyri at koma meira í samband við tín kropp og tína orku. Tú kanst eisini læra nógv um ross, og rossini kunnu læra teg nógv um teg sjálvan :) Tað er alt upp til tín. Hygg niðanfyri eftir ymiskum, vit vanliga gera, og sig okkum frá um tíni ynskir og dreymar <3

Bára og Mira

Nærvera saman við rossum

Finna heim aftur til títt hjarta, har tín styrki, orka og gleði er.

Lær førleikar

Menn tínar førleikar innan ross

Lær um ross, at venja, at ríða, og um hvat tú mást útstrála við kroppi og sinni.

Ansa

Lær at ansa rossum

Lær og ver við til alt tað praktiska, sum fylgir við rossum.

Hjálpari

Frívilligur hjálpari

Manglar tín gerandisdagur nakað meiningsfult? Gerst hjálpari hjá Rossalív.

Tillaga

Tillaga til tín tørv

Vit eru opin fyri serligum ynskjum. Sig okkum frá um tín tørv.

KST

Kranio-Sakral Terapi

Ein kropsterapi við løttum trýsti, sum sissar, lekjir og rættar kropp og sinn.

HESI HAVA VERIÐ HJÁ ROSSALÍV

Hvat siga tey?

Afturmeldingar frá teimum, sum hava verið hjá Rossalív.

Talita og Mira

Aloma Stórá Galiceanu

Vit eru sera glað fyri, at Talita á fyrstan tíð byrjaði at ganga til rossaterapi hjá Báru og Elisabet. Í byrjanini lærdi hon alt tað grundleggjandi, m.a at avlesa kropsmálið hjá rossinum, og hvussu hon brúkar sítt egna kropsmál. Haldi tað var góð vitan at fáa, helst áðrenn hon skuldi ríða á teimum. Bára og Elisabet eru óførar at undirvísa, vegleiða og rósa. Alt hevur verið gjørt í Talitusa tempo, og hevur hon fingið nógva gleði av at vera saman við rossunum. Tað hevur styrkt hennara sjálvsálit, givið ró og lært hana at liva í nú’inum.
Eftirfylgjandi hevur hon havt fastir dagar um vikuna, har hon hevur havt ábyrgd av at fóðra rossinum, bæði tá ið tey eru á beiti og í fjósinum. Tað er hon glað fyri, og dámar henni sera væl at brúka tíð saman við teimum.

Genta liggur hjá rossi

Dulnevnt

Dóttirin hjá okkum hevur verið knýtt at Elisabet í rossalív síðan á sumri 2020. Hon hevur ofta megnað illa skúlan og hevur í tíðarskeiðum verið sera lítið í skúla. Tá hevur hestaterapi verið eitt frírúm. Henni dámar so væl ross og fær ein annan frið á sær, tá hon er um ross. Elisabet hevur lært hana nógv um ross sum óbeinleiðis eisini er ein læra um menniskju. Tær tosa um persónligheitir og munir á rossum, og dóttirin kann yvirføra hetta á fólk, soleiðis at hon nú betri skilur ymiskleikar og at fólk reagera ymiskt, júst sum ross. Sjálvt tá hon hevur havt tað allar ringast, er hon aloftast farin glað avstað við Elisabet. Ross kunnu okkurt serligt. Og Elisabet er sera rólig og nærverandi, og tað smittar. Bestu viðmæli til Rossalív frá okkum!

Dulnevnt

Tá ið sonur mín byrjaði í Rossalív, var hansara trivnaður sera vánaligur og hansara stressniveau høgt. Hann fekk skjótt eitt tætt og gott samband við tað eina rossið, og dámdi honum væl bara at vera saman við rossunum - at liggja saman við teimun og kenna friðin. At renna saman og merkja sambandið teirra millum. Eisini dámdi honum væl at ganga túrar saman við rossunum. At merkja, at teirra tempo tillagaði sær hansara, og hvussu góð rossini vóru til at geva honum umsorgan, kontakt og tryggleika. Tað hevur heilt víst hjálpt honum aftur í trivna at vera hjá Rossalív. Alt ímeðan hansara trivnaður bleiv betur, fekk hann minni tørv á avsmittandi friðinum frá rossunum. Hann er ein raskur ungur drongur við nógvum hugsanum og reflektiónum. Hann hevur mót uppá lívið og at læra, og í dag hevur hann bæði fríðtíðarstarv og aktiv fríðtíðarítrív. Mamma at 13 ára gomlum dreingi.

Dulnevnt

Dóttur mín hevur gingið til Rossalív síðani juni 2023. Hon byrjaði, tí hon hevði ymiskt í lívinum, sum var trupult. Tá hon byrjaði var gerandisdagurin tungur, og hon hevði trupult at hava álit á onnur. Tað, sum hon hevur fingið burturúr Rossalív, er, at hon hevur fingið meira róð og álit á lívið sum heild. Dótturin gleðir seg hvørja ferð, hon skal til Rossalív og kemur altíð glað heim aftur. Vit kunnu heilt vist viðmæla Rossalív til onnur <3

Dulnevnt

Dóttur mín hevur í áleið eitt hálvt ár gingið til hestaterapi hjá Báru og Elisabet. Hon var komin í eina kreppustøðu í skúlaflokkinum, har alt rundanum hana bara gekk galið. Hon var einsamøll, treivst ikki í flokkinum, var ofta kedd. Hon byrjaði tá at ganga til hestaterapi. Henni dámdi beinavegin væl at koma har, var altíð so væl móttikin. Av hestunum dámdi henni serliga væl Roða. Hon segði altíð, at Roði var so fittur, man sá tað í eygunum á honum, hvussu góður og fittur hann var. Hann var eisini eitt sindur meira bangin og ikki so avgjørdur sum Mira, men tó var hon eisini góð við Miru. Helt tað var stuttligt at liggja í hoykassanum, ímeðan hestarnir ótu úr kassanum rundanum hana. Henni dámdi væl at trena saman við hestunum, m.a. at trena teir ganga runt. Og eisini dámdi henni væl at sita og práta við starvsfólki og hinar genturnar, ið vóru har, ímeðan tey vóru saman við hestunum. Tað allarbesta var, at hon kom altíð glað og smílandi heim aftur.

VIT

Hitt Rossalív toymið

Hjá Rossalív eru vit 2 starvsfólk og 4 "starvsross" umframt, at vit hava fleiri raskar hjálparar :)

Bára og Mira

Bára Føroy Johansen

Námsfrøðingur & Hesta assistera-terapout

Bára tekur sær serliga av nærveruni saman við rossunum.

Elisabet og Mira

Elisabet Thomsen

Rossavenjari & KST viðgeri

Elisabet tekur sær serliga av at læra frá sær um førleikar innan ross og gevur KST viðger.

Photo by Wieger Stienstra

Disa, Mira, Roði og Erra

Terapiross

Rossini taka sær serliga av at geva terapi til tey, sum hava brúk fyri tí og at læra okkum tað, sum vit enn mangla at læra :)

SAMBAND

Bílegg ein tíma ella send okkum eini boð


Tú kanst fáa fatur á okkum á tlf. 517912 (Bára) ella tlf. 262329 (Elisabet). Um vit ikki fáa svarað, tá tú ringir, send okkum so eitt sms, og vit ringja teg uppaftur :)

Vitja eisini okkara facebook síðu.